Í kvøld verður føstulávintsdansur í Rex, og verður tað við rapparunum úr Svanga.
Swangah Dangah hava tvær ferðir áður spælt í Rex, og fyrireikarar siga, at dreingirnir altíð hava megnað at savnað nógv fólk.
Um tað verður so í kvøld er ikki gott at vita, men í øllum førum spæla Swangah Dangah til dans í Rex.
Føstulávintshald verður annars runt um í landinum.
Leygarkvøldið verður rimmar føstulávintsdansur á Tvøroyri, tá ið All That Rain vitja á Seglloftinum.
Haraftrat verður føstulávintsveitsla í Garðinum í Havn, og er tað DJ Eddy, sum tekur sær av tónleikinum.
Úr Rex verður sagt at DJ Static verður saman við Swangah Dangah.
Og sum vera man vera tilboð til tær grýlur, sum koma á gátt. Tað ber til at leita sær á Facebook síðurnar hjá teimum ymsu náttarstøðunum, og har síggja tilboð og annað gott.