Størsti sigurin hjá Svøríki móti Finlandi er 6-0,og í fleiri støðum í dystinum sá út til, at tað metið kundi sláast.
Hetta hendi tó ikki, men Svøríki var væl omaná allan dystin.
Tá 14 minuttir vóru farnir legði Svøríki seg á odda, tá Nilla Fisher stútaði eitt hornaspark í netið. Hon skoraði aftur, tá 36 minuttir vóru farnir, eisini eftir eitt hornaspark. Hesaferð reageraði hon tó skjótt, tá bólturin fall fyri føturnar.
Minuttin eftir skoraði nummar 9, Kosovare Asllani, eitt ógvuliga gott mál.
Í seinna hálvleiki traðkaði svenski stjøruleikarin, Lotta Schelin, í karakter, og skoraði tvey tey seinastu málini í dystinum.
Svøríki-Finland 5-0 (3-0)
14. 1-0 Nilla Fisher
36. 2-0 Nilla Fisher
37. 3-0 Kosovare Asllani
60. 4-0 Lotta Schelin
87. 5-0 Lotta Schelin










