Lívbjargarnir ganga runt í tjúkkum gulum jakkum, húgvum og handskum. Á lavasteinunum rundanum lónina liggja baðigestirnir og sóla sær í vársólini. Tað er leygardagur og Bláa Lón er full av fólki, ið njóta vatn og umhvørvi.
Vatni er óverðuliga ljósablátt, sær næstan út sum onkur hevur blandað mjólk í. At síðani vita at vatni eisini er heilsugevandi ger ikki njótilsi minni. 
Botnurin er ikki slættur, sum í einum vanligum svimjihyli.. Hann er  knortlutur og nærmast strondini eru lavasteinarnir hvítir av vatninum.
Hitin í lónini kemur úr jørðini tveir kilometur niðri. Vatni er til stóran part havsvatn, men inniheldur nógvar mineralir og er sera gott fyri tey, ið hava ymiskar húðsjúkur, sum til dømis psoriasis. Eitt hotell er serliga gjørt til sjúklingar, ið verða send til lónina at fáa lekjibót fyri sín sjúkdóm.
Men vit eru bara har fyri at njóta stórsta ferðamannastað í Ìslandi. 1993 vóru tað 115.000 fólk, sum vitjaðu lónina, og í 2005 vóru tað heili  350.000. Flest fólk eru um summarið, men lónin er opin alt árið og hevur eisini gestir tá tað eru kuldagradir í luftini. 
Løgið nokk so er ein ikki kaldur um høvdið, hóast at tað bara er einar 10 gradir tá vit eru har. Kroppurin er so heitur av vatninum, at høvdið næstan verður sum ein skorsteinur. Vatni heldur ikki sama temperatur allastaðni. Undir træbrúgvunum, sum eru ímillum lavasteinarnar er heitari, eftirsum vindurin ikki er sloppin til at køla vatni niður.
Ymiska staðni í lónini ber til at fáa hvíta leirmasku at smyrja uppá seg. Hetta verður tikið direkt frá botninum á lónini.  Á einum skylti stendur at maskan skal verða á i 5-10 minuttir og at húðin gerst bleyt og rein aftaná. 
Nógv smyrja seg inn við maskuni og sær tað eitt sindur løgið út at bara síggja hvít andlit rundan um seg. 
Opnaði í 1975
Lónin opnaði fyrstu ferð í 1975. Tá var tað nærmast bara ein lítil svimjihylur. Í 1999 bygdist núverandi baðihúsið, og longu nú eru tey í ferð við at byggja meira út. Tað skal verða liðugt næsta ár í 2007.
Tá ein vitjar lónina er eisini gjørligt at fáa massagu í tí heita vatninum, at fara inn í eina bølamyrka steinholu fyri at njóta hitan úr jørðini og vanligt hitarúm við útsikt yvir lónina.
Men tey flestu ganga bara runt og njóta tað himmalska bláa vatni. Onkur fer upp og keypur sær ein ís, og tað kennist rættuliga sum ein er sunnanfyri tá ein liggur hálvt undir í heitum vatni við einum ísið í hondini. 
Kann lívið gerast so nógv betir?
Eg ivist!










