Svimjing um Nólsoyarfjørð

Sum partur av ovastevnuni í Nólsoy var aftur í ár svomið um Nólsoyarfjørð. Hetta hendi leygardagin, tá svimjararnir løgdu frá landi yvir við Strond.
Vinnarin av kappingini var aftur í ár Dia Jacobsen, sum eisini eigur metið á teininum. Hesa ferð var tað fyri tað mesta Evald Rasmussen, sum royndi at trýst hann, men við góðum fimm minuttum aftur til Evald var tað kortini ein tryggur sigur hjá Dia.
Vert er annars at leggja til merkis, at Tórur A. Hansen hesa ferð gjørdist yngsti svimjarin, sum hevur svomið teinin. Tórur varð nummar seks av teimum sjey svimjarunum, sum komu vegin fram, og uttan stórvegis trupulleikar megnaði hann at halda kósina beint inn til bygdina, har hann kom á land tætt inni undir kirkjuni.
-jm