Svimjikapping í Danmark

Føroyskir svimjarar tóku herfyri lut í donsku DÅM2006 kappingini. Frá venjarunum á ferðini verður sagt, at føroysku svimjararnir stóðu seg heilt væl, og fremstu føroysku svimjararnir vóru avgjørt ikki langt aftan fyri teir bestu í Danmark.
Tann føroyingurin, sum stóð seg best, var Høgni Miné Rasmussen úr HS, sum vann kappingina í 200 metra rygg, meðan talan gjørdist um silvur á 100 metra teininum.