Á Býráðsfundi í kvøld fer Tórshavnar Býráð væntandi at samtykkja eitt tilmæli frá Mentamálanevndini at menna svimjihøllina í Havn.
Svimjihøllin er ein tann best umtókti mentanar- og ítróttarstovnur í býnum yvirhøvur. Tað eru eini 150.000 til 160.000 vitjandi um árið í Svimjihøllini. Og tí hava vit í longri tíð kannað, hvussu vit kunnu betra um umstøðurnar, so tað verður enn betri fyri serliga børn og familjur at vitja í Svimjihøllini.
Fyrsta stig verður at byggja eina spennandi skreiðibreyt – ella rutsjibana, sum verður uml. 70 metra langur. Tað næsta verður at fyrireika dagføringar fyri tey smærri børnini eins og uttandura hitapottar. Í triðja lagi er ætlanin at seta hitaklivar upp. Kannað verður eisini, um umstøðurnar hjá pinkubørnum at svimja kunnu betrast.
Vit meta, at tað er skilagott at fremja hesar dagføringar nú. Tað ber til á henda hátt at hýsa bæði kappsvimjing og leikmannasvimjing fram til tann dag, tá ið langhylurin er veruleiki. Hesar dagføringar taka einki frá langhylsætlanini – tvørturímóti fer ein vaksandi áhugi fyri svimjing millum børn og ung at ala enn fleiri kappsvimjarar.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs











