Svimjarar úr Kolding hava vitjað

Svimjing: Havnar Svimjifelag hevur havt vitjan av vinafelagi sínum í Danmark

Farnu vikuna hevur Havnar Svimjifelag havt vitjan frá vinarfelagi sínum í Danmark.

Tað eru 30 svimjarar úr Kolding, sum saman við nøkrum leiðarum eru komin at vitja.

Í samband við vitjanina skipaði Havnar Svimjifelag fyri einari lítlari svimjikapping seinasta leygardag.

Úrslitið av kappingini gjørdist, at Havnar Svimjifelag vann 16 kappingar, gjørdist nr. 2 í 7, og nr. 3 í 7 kappingum.

Svimjararnir úr Kolding vunnu 3 kappingar, gjørdust nr. 2 í 12 og nr. 3 í 12 kappingum.

Gestirnir úr Kolding hava verið í Føroyum í eina viku, og herav vitjaðu tey í Klaksvík í tveir dagar.