?Svikarin? í Norðurlandahúsinum

Tónleika- og dramabreytin í 10. flokki í Fuglafjarðar skúla og skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík sýnir mikudagin og hósdagin fram sangleikin ?Svikarin? í Norðurlandahúsinum Í farnu viku varð leikurin sýndur í Mentanarhúsinum, og móttøkan og afturmeldingarnar hava verið frálíka góðar. Higartil hava gott 1000 fólk sæð leikin.

 

?Svikarin? er um bóndasonin, Ádam, ið er troyttur av bygdarlívinum og tískil velur at rýma frá familju, unnustu og vinum inn í stórbýin at royna lukkuna. Í stórbýnum kemur hann skjótt í hóslag við Lou Siffer og hansara heldur svikafulla harkalið. Ádam verður lokkaður til bæði eitt og annað, og rúsevni, rán og romantikkur er nakað av tí, vit møta í leikinum, ið sum heild viðger aldargamla stríðið ímillum tað góða og tað ónda.

 

Sangleikurin hevur alt tað, ið ein slíkur leikur eigur at hava: góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað eru næmingarnir sjálvir, ið spæla bæði tónleik og sjónleik.

 

Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Leikurin er leystliga týddur úr enskum, Bárður hevur gjørt bæði orð og løg til flest allar sangirnar og lagt allan tónleikin til rættis, og Marjun hevur tikið sær av sjónleikinum.

 

Sýningarnar verða 30. og 31. mars í Norðurlandahúsinum. Talan er bæði um skúlasýningar og almenna sýning. Skúlasýningarnar eru miku- og hósdagin kl 9.30 og 12:00, ímeðan almenna sýningin er kl 19:00 hóskvøldið. Leikurin er knappar 2 tímar við steðgi. Kostnaður fyri skúlasýningarnar er 50 kr. Almenna sýningin kostar 100 kr.

 

Atgongumerki til skúlasýningarnar kunnu bíleggjast á marjun.djurhuus@skulin.fo og á tlf 225543.