Sviar hava álit á egnum búskapi

Í teimum flestu evropeisku londunum stúra fólk fyri altjóða búskapinum og búskapinum í egnum landi. Men í Svøríki er øðrvísi

Stovnurin Ipos hevur spurt 18.000 fólk í 24 londum, hvørja vón tey hava um búskapargongdina í heimlandinum, og har svara ikki minni enn 73 prosent av teimum spurdu í Svøríki, at støðan hjá svenska búskapinum er góð, og at tey hava álit á honum. So jaliga meting hava tey ikki í hinum londunum í Evropa. Týskland er á øðrum plássi. Har hava góð 60 prosent álit á landsins búskapi.

Tað kann neyvan koma óvart á nakran, at serliga italiumenn og spaniumenn hava lítið álit á egnum búskapi, men støðan er lítið mætari í Fraklandi og serliga ikki í Ungarn.

Kanningin hjá Ipos umfatar eisini USA, Kanada og Saudiarabia. Hon vísir, at 19 prosent av teimum spurdu amerikanarunum hava álit á landsins búskapi, tað sama siga 62 prosent í Kanada og heili 89 prosent í Saudiarabia.