Men í dag fekk brúgvin eitt heiti, sum sannlíkt ikki verður móttikið við nógvum eldhuga.
Svenski miðilin Sydsvenskan hevur ummælt heimsins brýr og kombineraðar brúgva-tunlar - og eingin teirra er dýrari at koyra yvir enn 16 kilometrar langa sambandið millum Amager og Skåne, sambært fjølmiðlinum.
Prísurin á einvegis ferð á 510 danskar krónur fyri ein persónbil ger sostatt Oyrasundsbrúnna til nógv ta dýrasta, skrivar miðilin.
Á øðrum plássi millum dýrastu brýr við bili eru dupultbrúgvarnar millum Kobe og Naruto í Japan, meðan Confederation Bridge í Kanada er á triðja plássi.
/Ritzau/