Tað kendist eitt sindur úr honum, tá ið Jógvan Arge við væl valdum orðum setti ólavsøkuna. Ólavsøkan 2009 er sett. Svenning Reinert reið á odda, tá ið skrúðgongan úr Kommunuskúlagarðinum kom á Vaglið, og hornorkestur og ítróttarfólk - tey vóru heilt nógv í ár - og býráðslimir gingu inn á Vaglið.
Vanliga plagar FM vinnarin í tvíspori frá árinum frammanundan at ríða á odda. Soleiðis var tað ikki í ár. Havnar Róðrarfelag hevði gjørt av, at Svenning Reinert skuldi heiðrast, nú hann luttekur fyri 60. ferð í kappríðingini á ólavsøku.
Jógvan Arge setti ólavsøkuna við ógvuliga væl valdum orðum. Hann kom inn á søguna hjá ólavsøkuni, inn á søguna hjá kommununi, hjá ítróttinum og serliga kappróðrinum og fótbóltinum. Ein fín røða.
Veðrið var hampuligt. Nógv regnskjól vóru at síggja, men tað var stilt, og hitin var umleið 12 stig.