Svend Fuglø Jacobsen við HB

Nú Vagnur Mohr Mortensen ikki er tøkur hjá Sámal Erik Hentze, hevur venjarin sent boð eftir einum øðrum miðverja.

Svend Fuglø Jacobsen er partur av hópinum, sum fer norður til Klaksvíkar hóskvøldið. Svend hevur eins og Vagnur spælt sum miðverji á teimum flestu ungdómslandsliðunum, umframt at hann eisini hevur spælt í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Í mun til Vagn hevur Svend eisini spælt eitt skifti í B36 og í TB. Í ár hevur lítið verið at sæð til 23 ára gamla verjuleikaran, sum eisini kann spæla á miðvøllinum, men møguliga kemur hann á vøllin í Klaksvík.