Sveis kanska somu lagnu sum Ísland

Nógv bendir á, at vakra alpulandið Sveis verður næsta ofrið í fíggjarkreppuni, og at landið fær somu lagnu sum Ísland, sigur viðurkendur fíggjarfrøðingur við sveisiskt blað

Fíggjargeirin í Sveis er í vanda fyri at fáa somu lagnu, sum tann íslandski. Orsøkin er, at sveisiskir bankar hava lænt so nógvan pening til óstøðuga eystureuroeiska fíggjarmarknaðin.

Hetta sigur viðurkendi fíggjarfrøðingurin, Arthur P. Schmidt, við sveisiska blaðið, Tages Anzeige, har hann teknar eina sera dapra mynd av fíggjarstøðuni í landinum. Hetta skrivar Børsen í gjár.

Stóra vandamálið, sum Arthur P. Schmidt vísir á, er, at eystureuropeisku londini, sum longu nú kunnu metast at vera farin á heysin, hava lænt so nógvan pening í sveisarafrankum, sum tey nú ikki megna at rinda aftur.

Hetta kann í ringasta føri hava við sær, at Sveis fer á húsagang, og fer sama veg sum Ísland, har gjaldoyra brádliga einki var vert longur.

- Tí kann sveis, eins og Ísland, vera hótt av húsagangi. Og endin kann blíva, at Sveis verður noytt at sleppa frankinum til frama fyri evruna.

Hetta er evni, sum vit í Føroyum sjálvandi mugu fylgja væl, tí fer Sveis, eins og Ísland, yvir til Evruna, fer tað eisini úr EFTA og helst upp í ES.

Um hetta verður veruleiki er einans Norra eftir í EFTA.