Ein av størstu favorittunum til heimsmeistaraheitið, Brasil, fór saman við Sveis undir HM-kappingina í kvøld.
Heldur óvæntað eydnaðist tað Sveis at spæla javnleik 1-1 móti heimsstjørnunum úr Brasil.
Brasil hevði bóltin mest í fyrra hálvleiki, og fekk spælt seg til nakrar fínar málmøguleikar. Oftast stóðu teir báðir Neymar og Coutinho fyri royndunum, og tað var Coutinho, ið eftir einar 20 minuttir sparkaði eitt framúr flott langskot í málið, eftir at hann hevði fanga bóltin í vinstru nakað uttan fyri brotsteigin.
Eftir hetta settu brasiliumenn leikferðina nakað niður, og tað var nú longur millum møguleikarnar.
Fimm minuttir eftir hálvleikssteðgin revsaðu Sveisarir hesum, tá ið eitt hornaspark endaði fyri pannuni á Steven Zuber, ið setti bóltin hart í málið.
Brasiliumenn vildu vera við at teir áttu fríspark í støðuni, men dómarin viðurkendi málið.
Hetta tóktist at ørkymla Brasilsku leikararnir, ið kendust heldir óðir um at vera komnir í hesa støðu.
Brasil jagstraði sigursgevandi málið, tað ið eftir var av dystinum. Ofta høvdu teir hug at leita eftir Neymar og Coutinho, ið eisini stundum komu í góðar støður, men avgerandi góðskan í skotunum vantaði.
Bólturin vildi ikki inn og dysturin endaði 1-1, ið sveisararnir vóru best nøgdir við.