Venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein var sera vónbrotin um, at hansara spælarar ikki megnaðu at fáa stig ímóti VÍF/Tjaldur í dag. Størsta partin av dystinum var Stjørnan væl við, men ímóti dystarenda koppaði tað til fyrimuns fyri VÌF/Tjaldur.
Tóra Seloy hjá VÍF/Tjaldur fegnaðist um sigurin, men hon heldur, at tær mugu royna at avgreiða tingini tíðliga í dystinum, tí í longdini kann tað gerast vandamikið at bíða ov leingi við avgerðini. Nakað sum hevur sermerkt VÌF/Tjaldur tey seinastu umførini.
Aftaná dystin prátaði Tróndur Arge við Svein Rógva Nielsen Ljósstein og Tóru Seloy. Tað ber til at hoyra prátini undir greinini.