Svart gull sleppur ikki at vera gravsteinur

Ummæli: Svart gull er ein varði yvir ein føroyskan tónleikabólk, sum ongantíð hevur verið sum hinir

Frændur: Svart gull

(tvífløga, 1997)


Bólkurin, sum fram um allar aðrar, hevur klárað at bergtikið føroyska fólki við sínum tónleiki, gav fyri kortum út tvífløgu, har teir hava savnað nakað av tí besta, sum teir hava givið út, umframt at teir hava spælt nýggj løg inn.

Í hesum døgum tá tónleikur mest snýr seg um dub-i-dub og na-na-na er Frændur ein beinleiðis mótsetningur til nútímans samlibandsframleidda poptónleikin. Og teir eru føroyskir.

Og við lít eisini.

Frændur hevur nortið við nógvar tættir í samfelagnum og tí einstaka menniskjanum síðani fyrsta útgávan kom frá teimum, men teir hava altíð hildið seg til sítt grundarlag.

Til frálíkar yrkingar, fram úr góð løg og væl innspældar produktiónir.

Víst er nakað hent við bólkinum, síðani teir sungu um Hundin brúna á eini slóbrótandi plátu frá 1984, og til teir í dag syngja um Brot og vandasker.

Og menningin av bólkinum hevur verið nakað, sum nærum hvør føroyingur við áhuga fyri tónleiki hevur fylgt við í.

Útgávurnar hjá Frændum hava altíð selt væl og sangirnir hava verið sera væl móttiknir, líka frá Gildinum á fyrstu útgávuni, til Føroyar, 80¹ini, og Mítt land.

Frændur hevur fingið heilt serligan innivist í føroyska medvitinum, og teirra sangir eru ein fyri og annar eftir vorðnir fólkaogn.

Slíkt kann eingin annar føroyskur bólkur reypa sær av.


Sterk eind

Svart gull, sum nýggja tvífløgan rópast, er eitt kompromis millum alt tað, sum Frændur kundu hugsa sær at gjørt.

Teir hava savnað saman nakað av tí besta, teir hava gjørt, teir hava innspælt fýra sangir av nýggjum, og teir hava eisini givið pláss fyri trimum spildurnýggjum sangum.

Og eindin er sterk og innbjóðandi.

Fyrsti parturin av fløguni er sum vera man mest spennandi, tá tú av fyrsta tíð ognar tær fløguna, men so hvørt sum tú lærir tær nýggju innspælingarnar at kenna, er tað skjótt at tú fært hug til at lata geisluna í fløguspælaranum fara á ferð yvir teimum seinnu skeringunum eisini.

Og tað verður eingin skuffaður av.

Har liggur eitt tónleikaligt ríkidømið, sum bæði er hugtakandi og fløvandi at lurta eftir.

Alt frá tí erliga og beint fram Sanginum til Frælsi og Gildinum, til meiri vísukendu løguni av Millum Frændur, til stóru slagararnar av Frændur 2 og til meiri poleraðu og kenslubornu løgini Í tínum tonkum og Afrodite.

Úrvalið er fram úr gott, og hóast sangirnir eru umboðandi fyri tað, sum Frændur hevur latið frá sær seinasu 15 árini, kann ein og hvør finna sangir, sum sanniliga eisini høvdu havt uppiborið at komið við á fløguna.

Fyri meg eru tað sangir sum Millum mussarnar og Gerandislag.


Nýggju sangirnir

Nýggju innspælingarnar eru ymiskar, men ljóða allar sum Frændur.

Eyðun Nolsøe hevur gjørt fyrsta sangin, Millum brot og vandasker. Lagið er frálíka gott og Eyðun syngur sera væl, men sangurin snýr seg um nakað tað sama, sum Frændur áður hava sungið um. Arrangementið er gott og fangandi og sangurin hevur nógv av tí, sum áður hevur skapt hit hjá Frændum.

Rani Nolsøe ger altíð spennandi løg og yrkingar, og soleiðis er eisini við Men í nátt. Rútmuparturin virkar nakað órógvandi at byrja við, men tað svingar. Lagið er gott og orðini vísa, at Rani hevur ikki mist síni poetisku evni til at greiða frá kenslum og upplivingum, sum vit øll kenna, men sum vit kanska ikki geva okkum far um í tí dagliga.

Steintór Rasmussen er ein rættur orðasnillingurin. Hann hevur gjørt so nógvar fram úr góðar yrkingar, at fólk langt síðani eru sannførd um, at har er nærmasta talan um eina ótømandi keldu.

Við Syng mín dalur vísur Steintór enn einaferð, at hann dugir at seta saman orð, rím og myndamál, sum neyvan nakar annar nútíðar yrkjara dugir at gera so einfalt, greitt og lætt.

Tónleikaliga er Syng mín dalur einfaldur og beint fram, og tað er einki at ivast í at styrkin í sanginum er yrkingin.


Neyvan gravsteinurin

Teir í Frændum hava fleiri ferðir alment svara fyri, hví teir hava spælt fýra av teimum gomlu og kend løgunum inn av nýggjum, og teir hava svarað við bæði skemti og álvara.

Tað er vist eisini ein blandingum av nógvum ymsum viðurskiftum, sum hevur ført hetta við sær, og sum teir sjálvir siga tað, so kunnu teir loyva sær at gera tað, tí teir eiga sangirnar.

Fyri tað mesta eru innspælingar av gomlu sangunum í lagi, men Lívsmynd dettur niður ímillum, hon tykist vera nærmast kiksa, hóast sangurin er væl spældur og væl sungin.

Góða gamla innspælingin av Lívsmynd er altíð nakað, sum er vil taka fram um!

Hinar tríggjar innspælingarnar eru fínar. Føroyar líkist sær sjálvum, hóast gjørt er nakað meiri við detaljurnar og fraseringin er nakað øðrvísi.

Ljós er ein av vakrastu og mest sigandi sangunum, sum Frændur hava gjørt, og nýggja innspælingin er trúgv móti tankanum í sanginum. Sera væl spælt og arrangera.

Somuleiðis er innspælingin av Bløðini, sum er broytt nakað, men sum stendur tónleikaliga sterkari enn nakrantíð.

Svart gull er ein varði yvir ein føroyskan tónleikabólk, sum ongantíð hevur verið sum hinir, og sum framvegis ikki vil sleppa sínum samleika.

Frændur er nógv meiri enn frælsi og friður.

Frændur hevur verið hugtakandi og provokerandi partur av okkara samtíð í 15 ár.

Og teir sleppa neyvan at seta gravstein yvir seg sjálvar við hesi fløguni...