Svaraði ikki Kristin Michelsen

Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum tók samaum orðaskiftið og var væl nøgdur.

Hann lovaði at svara øllum spurningum í vinnunevndini.

Kortini segði hann onki um tað, sum Kristin Michelsen, javnaðarflokkurin, heitti á hann um at gera: nevniliga at taka uppboðssøluna úr uppskotinum.

Hann lovaði at  nevndin, sum skal arbeiða við nýskipanini skjótt verður sett, men hanns egði seg ivast í um orðaskiftið í dag hevði verið øðrvísi, sjálvt um nevndin var sett.