Almannaverkið hevur í dag sett Svannu í Gong sum leiðara á Teknmálstulkatænastuni, veit Almannaverkið at siga í dag.
- Svanna í Gong hevur starvast sum tulkur síðan 2014, og hon tekur við starvinum á Teknmálstulkatænastuni beinanvegin.
Í Almannaverkinum leggja tey aftrat, at Teknmálstulkatænastan gjørdist partur av Viðskiftadeplinun í Almannaverkinum við ársbyrjan.