Útlitini fyri at fáa trý ella fýra norðurlond við í EM-endaspælið í hondbólti í 2010 eru rættiliga góð.
Í kvøld spældu Svøríki og Ísland útidystir í sínum EM-undankappingarbólkum, og tað eydnaðist báðum at vinna dystirnar á Balkan.
Svøríki vann 33-29 á Montenegro í Niksic. Støðan í hálvleikinum var 19-14 til Svøríki. Svøríki er nú klárt á odda í undankappingarbólki 1 við átta stigum fyri fýra dystir. Rumenia og Montenegro hava fýra stig fyri fýra dystir.
Ìsland vann 29-26 á Makedonia í Skopje. 6.000 áskoðarar vóru til dystin. Ìsland hevði nógv at hevna, tí tað var júst Makedonia, sum var atvoldin til, at Ìsland ikki slapp við til HM-endaspælið, sum var í Kroatia fyri stuttum.
Í bólki 3 hevur Noreg sjey stig fyri fýra dystir, Ísland hevur fimm stig fyri tríggjar dystir.
Finnland, sum er í bólki 4 hevur eins og Føroyar einki stig, aftaná fimm dystir. Finnland tapti á útivølli 31-26 ímóti Grikkalandi. Hálvleiksstøðan var 15-14 til Grikkaland.










