Svenska heilsustýrið, Folkhälsomyndigheten, hevur fyribils steðgað nýtsluni av sevnskt-bretska AstraZeneca. Tað upplýsir Anders Tegnell, ríkissmittufrøðingur, í dag.
– Avgerðin er tikin út frá einum varsemisprinsippi, sigur hann.
Fleiri ES-lond hava seinastu vikuna steðgað nýtsluni av koppingarevninum av ótta fyri hjáárinum. Svøríki bíðar kanningum hjá Evropiska Heilivágsráðnum, EMA.
– Vit hava ógvuliga góða vitan um koppingarevnið. Men tað hevur eisini týdning, at vit nú steðga við koppingarevninum, til EMA hevur kannað, um hesar hendingar kunnu hava samanhang við koppingarevni, sigur Anders Tegnell.
Í Danmark doyði ein 60 ára gomul kvinna av blóðtøppi eftir at hava fingið koppingarevnið. Tað er enn ikki greitt, um koppingarevnið er beinleiðis orsøk.
Í Noreg eru trý heilsustarvsfólk innløgd við blóðtøppi beit eftir at hava verið koppsett. Onnur – ein kvinnu undir 50 ár – er deyð.
Í gjár boðaðu stór ES lond sum Týskland, Frankaríki, Spania og Italia frá, at tey hava gjørt av at bíða við at nýta koppingarevnið.
Í Spania er tað galdandi »í øllum førum í tvær viku«. Tað sigur landsins heilsumálaráðharri, Carolina Darias, sambært tíðindastovuni Reuters. Hon legði í gjár dent á, at tað er »fyribyrgjandi og fyribils«.
Franski forsetin, Emmanuel Macron, sigur, at nýtslan av koppingarevninum er steðgað, til ein nýggj meting frá EMA er klár.
EMA fer hósdagin at halda serliga fund um AstraZeneca koppingarevni. EMA endurtekur, at »fyrimunirnir við AstraZeneca koppingarevni enn viga ímóti vandanum«.
AstraZeneca varð stovnað í 1999, tá svenska Astra og bretska Zeneca løgdu saman. Tey hava høvuðsskrivstovu í bretska Cambridge.
/ritzau/