Svínoyggin, ein útoyggjaperla

Bjarni Djurholm

Farnu 7 árini eru gjørdar sera umfatandi samferðsluútbyggingar. Hetta er aftaná, at samfelagið lá í andaleypi øll nítiárini.
Síðani eru árliga játtaðar einar 130 mio kr til vega-, havna-, ferju- og tunnilsarbeiði. Hetta er umframt játtanirnar til undirsjóvartunnlarnar.
Fyri hesar játtanir hava vit fingið nýggjar Sandoyar- og Suðuroyarferjur, ferjulegur á Trongisvágsfirði og í Syðradali, tunnil til Gásadals, tunnil millum Øravík og Hov, nýggjan veg frá Gomlurætt til Havnar, nýggja veg millum Skála og Strendur og so ikki at gloyma báðar undirsjóvartunnlarnar. Harumframt eru fleiri onnur anlegsarbeiði framd. Eisini er Brymil komin í hesum tíðarskeiði.
Á útoyggjunum hevur Vinnumálaráðið skipað fyri, at allar oyggjarnar antin hava ella í næstum fáa framkomið breiðbandsamband, umframt at játtaðar eru millum 3 og 5 mio kr árliga til ymsar íløgur á útoyggj farnu árini. Sjálvsagt ger hetta ikki allan munin, men allur bati bøtur. Skoytast kann uppí, at Vinnumálaráðið ikki hevur ábyrgdina av útoyggjamálum.
Í sambandi við flutning til og úr útoyggjunum, hevur Vinnumálaráðið farnu árini gjørt metingar um hvussu vit tryggja bestu flutningsmøguleikarnar í útjaðaranum. Serstakliga er dentur lagdur á at gera uppskot um framtíðar havnaviðurskifti í Svínoy, Skúgvoy, Mykinesi og Fugloy.
Um Mykines og Fugloy er stutt at siga, at tíverri er stak trupult at gera nøktandi havnaløg í hesum oyggjum. Í Skúgvoy er ætlan gjørd fyri brúkiligum havnalagi fyri einar 20 - 30 mio kr, umframt at keypa nýtt skip til farleiðina.

Svínoyggin í serstøðu
Í mun til hinar útoyggjarnar er Svínoyggin í serstøðu, tá oyggin frá nátúrunnar hond á so mangan hátt hevur møguleikar, sum á hinum oyggjunum eru avmarkaðir. Ikki minst er upplandið stórt og slætt og er oyggin tí væl egnað til ymiskt vinnuvirksemi og sum búpláss. Trupulleikin eru atløguviðurskiftini.
Fyri at finna bestu møguleikar at samanbinda Svínoynna við Borðoynna og Viðoynna, og soleiðis leggja lunnar undir, at Svínoy aftur kann fáa lut í menningini í Norðoyggjunum, virðisøkingini í samfelagum og gerast sjálvsagdur partur av framgongdini í ÚtnyrðingsFøroyum, hava Vinnumálaráðið og LV gjørt kanningar av møguleikunum at framtíðartryggja farleiðina til Svínoyar.
Arbeiðið er komið so mikið áleiðis, at vit skjótt kunnu taka støðu um bygging av havnalagi, umframt at skotið er upp, at farið verður undir at byggja skjóttgangandi skip til farleiðina Hvannasund – Svínoy – Fugloy fyri 15 - 20 mio kr, umframt at SL fær farmaskip, sum skal røkja farmaflutningin til Svínoy og hinar útoyggjarnar.

Kanningar gjørdar
Svínoyar kommuna hevur víst á, at hon ynskir ein tunnil og veg frá bygdini og yvir til Havnar, har samferðsluhavn verður gjørd.
Jarðfrøðiligar forkanningar eru gjørdar í sambandi við tunnil úr Svínoyar bygd og yvir til Havnar, men neyðugt hevur verið fyrst at gera kanningar vestantil á sjónum, tá tað er avgerandi fyri tunnilsætlanina at vita, hvar tilber at gera havnalag. Fyribilsmetingar av tunnilskostnaðinum er 70 - 80 mio kr.
Landsverk hevur so gjørt streym- aldu og dýpdarmátingar yviri í Havn, umframt aldu- og streymmátingar í Svínoyarfirði. Dýpið yviri í Havn er umleið 10 m teir innastu 20 metrarnar, og so dýpist skjótt til umleið 55 metrar, 50 metrar úr landi.
Forkanningarnar vísa, at tað er trupult og dýrt at gera havnalag har. Orsøkin er m.a streymviðurskiftini og ógvusliga dýpið stutt úr landi, umframt at botnurin er sera óslættur. Mett verður, at havnalagið kostar um 50 mio kr, uttan LV kann veita vissu fyri nýtsluvirðinum.
LV hevur eisini kannað onnur øki vestantil á Svínoynni og er niðurstøðan, at hóast alduviðurskiftini á Eiðinum eru trupul, so er har best egnaða økið til eina brúkiliga samferðsluhavn. Streym- og botnviðurskiftini eru góð, dýpið 5-8 m og forkanningarnar vísa, at tað ber til at gera havn, sum kann brúkast í umleið 90% av tíðina. LV metir, at íløgan er um 30 mió. kr.

Eisini hevur LV gjørt metingar um undirsjóvartunnli til Svínoyar. Tunnilin verður væntandi millum 4 og 5 km langur. Tunnilsmunnin á Viðoy er omanfyri Skarhamarshellu. Í Svínoy er munnin við Fløtuna. Dýpið í Svínoyarfirði, har tunnilin er teknaður, er um 70 metrar, og tunnilin liggur her 120 metrar undir sjóvarmálanum. Kostnaðurin er útvið 300 mió kr.
Vegagerðin í Svínoy til tunnilsmunnan við Fløtuna kostar um 7 mió kr. Á Viðoynni verður vegur gjørdur úr Hvannasundi og til tunnilsmunnan við Skarhamarshellu. Kostnaðurin útvið 40 mio kr.
Samlaða verkætlanin kostar tí omanfyri 300 mio kr.

Samanumtikið eru tríggir møguleikar at taka støðu til í næstum:

Havnalag á Eiðinum + skipum 50 mio kr
Havnalag í Havn + tunnil og skipum 140 mio kr
Undirsjóvartunnilum 300 mio kr

Ynski
Í bløðunum um dagarnar harmast Bjarni Jacobsen úr Svínoy um, at undirritaði situr við vinnumálum, og skotið verður í skógvarnar, at tað bara hevur gingið aftur eftir hali fyri Svínoynna, meðan undirritaði hevur sitið í Vinnumálaráðnum, og ynskir BJ tjóðveldið aftur í landsstýrið og Torbjørn Jacobsen sum landsstýrismann.
Well, vit hava øll loyvi at siga okkara hjartans hugsan. TJ hevur so luttikið í mongum millum ár og dag, við ymsum úrslitum.
Um undirritaði er verri førur fyri at fremja eina av omanfyrinevndu verkætlanum enn tjóðveldið við TJ í landsstýrinum, kunnu so onnur meta um. Higartil hava avrikini hjá tjóðveldinum í stóran mun verið umvent proportional við orðagangin.
Eitt er tó vist, at fær BJ sítt ynski uppfylt, at tjóðveldið aftur kemur í landsstýrið og einki annað spyrst burturúr enn tradtionelli orðagangurin, ja so verður tó í hvussu so er vissa fyri, at framhald av 266b ikki fer at liggja á láni. Tað fer kanska at frøa navnan úr Svínoy. Livst so spyrst.