Okkurt bendir á, at svínakrímið kom til Meksiko úr USA Serfrøðingar halda nú, at tað nógv umrødda svínakrímið hevur sín uppruna í amerikanska statinum Texas og ikki í Meksiko sum higartil hildið.
Danski tíðindamaðurin Jens Ole Nielsen, sum er í Meksiko, sigur við TV2, at sambært serfrøðingum var tað helst ein eldri kvinna, sum hevði smittuna við sær til Meksiko, eftir at hon hevði verið í Texas og vitjað skyldfólk.
Fyrr hava myndugleikarnir í Meksiko sagt, at 26 fólk vóru deyð av svínakrími, men nú siga teir, at tað rætta talið er sjey. Umleið 2.500 fólk í Meksiko eru smittað, og í USA er talið 68. Herumframt er smittan staðfest í Kanada, Spania, Skotlandi, Týsklandi, Ísrael og Ný Sælandi.