Svínáir skal vera hjartaliga vælkomin upp í Sunda Kommunu.
Tað sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu.
Fyrrverandi borgarstjórin á Eiði, Rólant Poulsen, hevur skotið upp, at Eiðis Kommuna fer at samráðast við Sunda Kommunu um at yvirtaka Svínáir frá Eiðis Kommunu
Hann sigur, at tað eru so nógv fólk í Svínáum, sum eru skrásett í Sunda Kommunu, og sostatt eisini rinda skatt har.
Og tá ið Sunda Kommuna fær inntøkurnar av teimum í Svínáum, er tað ikki meiri enn sjálvsagt, at tey eisini yvirtaka útreiðslurnar, sigur hann.
Og tað hevur Heðin Zachariasen einki ímóti.
Hann sigur, at Svínáir skal vera vælkomin upp í Sunda Kommunu.
Tað heldur hann eisini hevði verið rættiliga nátúrligt, tí tey flestu í Svínáum, sum arbeiða sunnanfyri og hjá teimum er nógv høgligari av seta børn av í barnaansing og í skúla í Sundalagnum, heldur enn fyrst at koyra ein fittan tein norðureftir til Eiðis fyri síðani at koyra suðureftir eisini.
Heðin Zachariasen vísir eisini á, at hetta er ein møguleiki, nógv foreldur í Svínáum longu brúka.
- Eg ivist ikki í, at nógv í Svínáum føla eitt tættari tilknýti til Sundu Kommunu enn til Eiðis Kommunu, sigur Heðin Zachariasen
Myndina tók Eileen Sandá.
Hoyr samrøðu við Heðin Zachariasen her:










