Nýggi Suzuki Baleno fæst nú sum ein hybridbilur fyri líka yvir 200 túsund krónur.
Baleno er umleið somu stødd sum Suzuki Liana, tó nakað styttri og breiðari. Eins og Liana er nýggi Baleno ein hatchback við 5 hurðum. Í mun til støddina er Baleno ein rúmligur bilur við 355 litra viðførisrúmi.
Baleno fæst við nýggjum turbo bensinmotorum og eisini sum hybridbilur, sum koyrir upp til 25,0 km/l.
Sum hybridbilur er Baleno eins og ein vanligur bilar at koyra, men tað merkist undir koyring, at elmotorurin hjálpir til, samstundis sum bilurin brúkar minni av brennievni.
Designið er smart og aerodynamiskt við lágari luftmótstøðu. Suzuki Baleno er væl útgjørdur við so gott sum allari útgerðini sum standard. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Berg Motors.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/