Suss og sannleikar á Café Europa

Café Europa hjá Hanusi Kamban er eitt av teimum frægaru yrkingasøvunum, sum eru komin út. Tað er ein fragd at lesa nýggjar, føroyskar yrkingar, sum ikki bara eru orð við ongari meining. At eg so gjørdist eitt sindur vónbrotin viðhvørt, tað bilar einki





Ummæli

Agnar Artúvertin

agnarster@gmail.com

 


Tað var ein fyrradag seinnapart, at


vindurin dust feyk við megi,

og eg til friðskjóls mær leitaði inn á kaféið

Komin innar mær brestur í trýnið ein hjari

so ymsur sum gera man so ymsur ein skari,

og hitin var mikil - eg úr frakkanum fari


- úr: Kaféið (gomul yrking hjá mær sjálvum, eftir søguni hjá Rikard Long, sum eg las í eini bók, sum Hanus Kamban, tá: Andreassen, eisini hevur skrivað; yrkingin kann lesast í fullari longd á mínum facebook-profili)


Kaféið, sum eg leitaði mær inná, var í roynd og veru og fyri at tað ikki skal vera lygn, Café Europa, sum liggur á Strøgnum, beint við storkaspringvatnið!


Og har eg meg setti við eitt borð

at lesa tey fyndugu orð,


sum Hanus Kamban skrivar í nýggjasta yrkingasavni sínum við sama heiti sum kaféið hjá mær og Rikard Long.


Hvussu skal eg uppsummera savnið hjá Hanusi Kamban í fáum orðum, áðrenn tað ordiliga ummælið byrjar?

Soleiðis:

Hanus dugir at yrkja - kvæðir liggja væl fyri, og sonettur eisini, men stundum virkar tað sum um hugflogið manglar í Café Europa. Eg haldi eg nevndi nøkulunda tað sama í mínum ummæli av Vencli nr. 5, tá eg segði okkurt um Anniku Skaalum - hetta at tey (Hanus og Annika) duga væl at skriva, men sum diametralt mótsettur høvundur má eg siga, at eg haldi har manglar inspiratión, fyri at siga sum er.




Fyri at leggja út kann eg byrja við at siga, at hóast mær sjálvum stak væl dámar ljóðlag og endarím og hvørt av sínum, so er skjótt at hesi taka yvir og køva røddina hjá yrkingini; hetta er tíverri hent nakrar ferðir í Café Europa. Ógvusligasta dømi um hettar man vera yrkingin "Café Flore". Til dømis er sera lítið samsvar millum háleittu orðini "fagnaður fagurliga dynjið í norði!" Hatta minnir um fyrstu yrkingina hjá Janus. Og so seinni í yrkingini "Café Flore" lesa vit tað káma: "So sussa vit víðari á Café Flore". Tað er so týðiligt, at hesi orð einans eru søgd fyri at skunda undir yrkingina, so skaldið skjótari kann sleppa til endan á regluni og finna upp á okkurt snilt endarím.

Hanus Kamban hevur sjálvur funnist at hesum at yrkja "sublimar klisjéir" í ævisøgu síni um Janus Djurhuus. Eg meini hann nevndi dømið "ger meg sælan, fljóð" sum eina klisjé, sum ein sum yrkjari eigur at sleppa sær undan. Hesum eri eg púra samdur við, men gud viti, hví Hanus so sjálvur er farin at brúka slíkar tugdar orðingar í yrkingum sínum. Og "Café Flore" er ikki einasta dømið.

Eitt annað við yrkingini: "slíkt hegni við hugtaksins lasso!" Álvaratos... Hatta man vera eitt tað greiðasta dømið í evropeiskum bókmentum yvirhøvur um, hvussu man prostituerar eina yrking.


Nú gjørdi eg bart beinanvegin. Sigast skal, at Café Europa ikki er eitt vánaligt savn - faktiskt er tað eitt av teimum frægaru, sum eru komin út. Tað er sanniliga ein fragd at lesa nýggjar, føroyskar yrkingar, sum ikki bara eru eitt orð við ongari meining á hvørjari reglu, sum so nógvar yrkingar í dag eru.

Tann fyrsta yrkingin í savninum er ein sonetta, sum eitur "Heimahøllin". Hon er líkasum ein inngangur til savnið - nakað tað sama sum summir rithøvundar útgeva bøkur og skriva fororð og enda við orðunum "Vælkomin inn í mín hugaheim" til dømis. Nú var hatta bara eitt dømi. Men yrkingin "Heimhøllin" er ein virðiligur inngangur - hon er ein tann besta sonettan, eg havi lisið á føroyskum. Eg las hana fyrst og gjørdist sera spentur at lesa restina av savninum. At eg so gjørdist eitt sindur vónbrotin viðhvørt, tað bilar einki.



Ein onnur tekniskt væl úr hondum greidd yrking er kvæðið "Kvæðakempa farin". Nú havi eg sjálvur yrkt gott og væl 1.000 kvæðaørindir, og eg veit tí ikki einki um kvæðir og kvæðayrking, og eg síggi beinanvegin, at hetta er væl yrkt, so har manglar einki. Men har okkurt manglar, er kanska eitt sindur í innihaldinum. Eg dugi ikki ordiliga at seta meg inní, hvat hendir í "Kvæðakempa farin", hvat tað er fyri ein kvæðakempa, sum farin er, hvør datt og skurslaði sær kjálkan, hvørjir rættir ganga harðliga í Norra, hvat tað er fyri rættir - rættur kann merkja so mangt - osfr. Tó dugi eg á at skyna, at endin riggar væl. "lindin ronk í faðirs garði/ristir sína krúnu". Hetta er ein vøkur mynd av einum træi, sum sveiggjar í vindinum í faðirs garði og riggar altíð væl at enda kvæðir við.

Hjá Hanusi eitur hann H.P. Lovecraft, tann verðinsmeistarin, sum man skal ogna okkurt (hjá mær eitur hann løgmaður). Hanus hevur tvær yrkingar um Lovecraft. Fyrra er aftur ein sonetta. Hendan sonettan er ikki so góð sum "Heimahøllin", men kortini betri enn "Café Flore". Eitt nokkso keðiligt, sum Hanus stundum ger í sonettum sínum er hetta, at hann skoytir klombrur og innskotnar setningar inn ímillum ymsastaðni, kanska fyri at bjarga ríminum og stevinum. Hetta haldi eg skurrar illa. Betur hevði verið bara at latið reglurnar verið, so sum tær vóru, og ikki kloykt ymiskt útyvir fyri at bjarga stevinum og jambunum.

Hin yrkingin um H.P. Lovecraft eitur bara "H.P. Lovecraft" og er tað, vit kunnu kalla ein "formleys" yrking - so at skilja, at hon ikki hevur fast stev, jambur, trokur, endarím, abc osfr. Seinna yrkingin um H.P. Lovecraft hevur í so nógv av tí, ið á enskum vanliga nevnist "name-dropping"

Nú skal eg vara meg væl fyri at ákæra Hanus fyri hetta keðiliga, sum summi hava fyri at royna at spæla klók, men eg sleppi ikki undan at varnast eitt sindur av tí. Tá vit lesa hesa yrkingina, fáa vit beinanvegin nógv at vita um lívið hjá H.P. Lovecraft, hvar hann livdi síni seinastu ár, hvønn hann skrivaði brøv til osfr. - næstan sum høvdu vit googlað mannin og lisið um hann. Vit fáa at vita, at hann uppfann okkurt skrímsl, sum æt Yog-Sothoth osfr. Hetta er valla meiningin við yrking, at hon skal vera sum ein alfrøði. Eg nevni hettar, av tí at eg havi varnast tað hjá øðrum yrkjarum.



Yrkingin "Tíðarprinsar" er atfinning at samtíðarinnar pedagogiska lyndi, nevniliga hesum at gera latínsk orð fyri alt møguligt, serliga orð, sum hava okkurt við "-syndrom", "-effekt" osfr. at gera. Eg eri púra samdur við Hanusi. Eg orki heldur ikki fyri hesum evindaligu pedagogunum, stuðlunum, røktarunum og hjálparunum, sum eru úti uppá at diagnostisera okkum øll fyri at viðlíkahalda status quo'ið í tí pedagogiska Gattaca-samfelagnum, sum er Skandinavia í dag. Yrkingin er stuttlig, men endin er nokkso keðiligur - eitt sitat frá William Blake.

Ein onnur stuttlig yrking er "Skuggastjórn", sum er ein dagdreymur við svørtum humori, næstan sum søgan "The Angel of the Odd" eftir Edgar Allan Poe, sum Hanus sjálvur hevur týtt nógv hjá, og eg havi eisini týtt hann (men tað vita øll longu).

Eg skilji ikki, hví Hanus hevur valt at hava eina yrking við grikskum heiti, og so eina við latviskum. Tann grikska merkir "seyður" havi eg funnið útav. Hon er stutt, tykjandi rættiliga ósamanhangandi, og tað einasta í henni, sum kann beina hugan til Grikkalands, er orðið "Polyfemos", sum minnist meg rætt var kýklopurin, sum Odyssevs drakk skít og blindaði. Eg haldi, Polyfemos eisini hevði seyð, og Odyssevs og teir goymdu seg og hingu uppi undir honum og sluppu á hendan hátt undan at verða etnir, men aðra meining dugi eg ikki at fáa í hesa yrkingina. Tann latviska yrkingin eitur "Dzintara meitene", og tað havi eg funnið útav merkir "ambragentan". Hon er lýsing av einari skøkju í Riga, sum er ein býur í Letlandi. At talan er um eina skøkju bendir hendan reglan á: "varpar sítt bros handan eros og agape" Eros er jú tann kynsligi kærleikin og agape er tann buddistiski kærleikin ella tað at elska mannaættina kunnu vit eisini kalla tað.



Hanus yrkir eitt sindur um deyðan, tá deyðin við líggjanum kemur - ella "gronuti Marius" sum Hanus kallar hann. Hóast yrkingarnar um deyðan sjáldan siga meir enn so øgiliga nógvar føroyskar yrkingar um deyðan, so eru tær tó stílreinar, og so fingu vit sett hatta skemtiliga navnið á deyðan. Nógv mál hava nógv nøvn til hann. Føroyingar hava bara havt Pól F'sa "deyðan við líggjanum". Nú hava vit so eisini fingið Hanusa "gronuta Marius". Eg giti Hanus meinar við deyðan, av tí hann nevnir "innasta kamar", eins og í Poe-søguni "Tá sóttin reyða kom sum grýla" (úr mínari týðing)

Yrkingin "Innbrestur" snýr seg um kollektivt hatur - v.ø.o. heilavask og við uppaftur øðrum orðum: átrúnað. Mær líkst væl á hesa yrkingina. Hon er sum yrkingar skulu vera, stílurin samsvarar innihaldinum, reglurnar eru sum tær skulu vera - alt í alt ein góð yrking.

Tó er eitt, sum brýtur eitt sindur frá tí góða, tá lisið verður, og tað er øll hesi nøvnini, sum Hanusi tykist dáma so væl. Eg skal nevna tey úr hesari yrkingini: Sakalava, Rainihandi, Andasór og Andvil eru kanska ikki so ring at siga, men so Betsimisaraka og Ambohipotsy. Eg havi googlað nøkur teirra, og jú, hatta seinasta er so sanniliga ein høvd onkrastaðni, minnist ikki hvar. Mín persónliga meining er tó, at hasi orðini eru alt í verðini for long og spilla yrkingina.

Eitt annað er tað, at sum lesari forvitnast tú eftir, hvat síðani hendir á Ambohipotsy-høvdini. Yrkingin átti at verið eitt sindur longri, so lesarin ikki varð sleptur upp á fjall í endanum og noyddist at gita, hvat hendi.



Fyri at koma aftur til hesi longu orðini, ella kanska heldur fremmandu orðini, so eru tey alt ov nógv í tali. Vit lesa bæði um Lydia Stille, Clawdiu Chauchat, Luciu de Zamikof, Nevermore, Charm Lady, Rat Woman, Mare Sargasso, Harra Kurtz, Positano, Todtnauberg, Volterra, Riga, Berija, J?rmala, Rainis, Dunganon, Ravnapól, Luciu Theresu von Löwenfelse, perestrojka, voluptas oculorum, Caru Delores, Ford Coolidge, Carnegie, Yog-Sothoth, Azathoth, Erich Zann, Pingvinoynna Les Dieux ont soif, Praxiteles, Gvaihir, Kinross Council, Pont Neuf, Rue de Rivoli, Huey P. Newton, Teilhard de Chardin, Saanen, Kuthumi, Maitreya, Tathagata, Toscasnitta, Moretus, Nangilima, Týros Arezzo Bukhara, Turing, Giacometti, Golla, Durin, wu-wei Lao Tse, Mahdi, Malevitsj, Huidevetterstraat og Grote Markt.

51 orð, harav eg kenni 6. Kanska í so nógv "word-dropping" um nakað eitur so. Eg kundi eisini googlað alt møguligt og funnið eina rúgvu av løgnum orðum, sum eg hevði kunnað koyrt ymsastaðni inn í yrkingarnar hjá mær. Nakað annað er, um orðini mugu vera fyri at yrkingin skal geva meining. Men tað virkar ikki, sum hasi orðini spæla nakran stóran leiklut í yrkingunum. Tí nevni eg tað her, at kanska hevði tað verið eitt gott hugskot næstu ferð ikki at slongt so nógvar býir í Grikkalandi og fjøll í Transsylvania út.

Eg kundi eisini funnið ein setning at koyrt í onkra yrking: "Mit feiner hefe in der flasche gereift" Eg veit ikki, hvat tað merkir, men tað ljóðar øgiliga fínt og stendur á etikettini á Erdinger Weißbier dunkel, sum eg drekki, meðan eg skrivi hettar.