48 ára gamla bretska húsmóðurin bergtók allan heimin, tá hon framførdi í sendingini ?Britain?s got talent?, við sínari vøkur - heldur óvæntaðu - rødd Hon trein á pallin í ?Britain?s got talent?, og púra óvænta kom ein ómetaliga vøkur rødd frá tí heldur misháttu húsmammuni, og dómararnir og áhoyrararnir gjørdist púra frá sær sjálvum.
Longu áðrenn finaluna, ið verður 30 mai í Bretlandi, hevur songkvinnan funnið eitt starv.
Heimskendi sangleiksskrivarin Andrew Lloyd Webber, ið stendur handan ?Cats?, ?Phantom of the Opera? o ?Sound of Music?, vil nevniliga hava Susan Boyle, til at framføra í einum serstøkum leikluti í einum sangleiki.
Andrew Lloyd Webber, sum leygarkvøldið var handan klaveri í Melodi Grand prixinum, tá ið tann bretski sangurin bleiv framførdur, vildi nevniliga ikki siga so nógv um, júst hvønn leiklut Susan Boyle skal hava.
Susan Boyle hevur áður sagt, at hon ynskir at framføra í leikin ?Evita?, sum høvuðspersónurin ?Evita Peron?.