Í seinastu útgávu av Alitíðindum hevur Knud Simonsen, granskari, áhugaverda grein um mátingar av hita og salti í Sundalagnum.
- Mátingar, sum eru gjørdar seinast í juni mánaði, vísa, at sum heild er eitt umleið 20 metra tjúkt lag av sjógvi í erva í Sundalagnum, sum er heitari og feskari enn sjógvurin longri niðri. Eisini sæst, at hetta yvirflatulagið yvirhøvur er saltari og heitari sunnan fyri Streymin.
Hann sigur, at fleiri kanningartúrar eru gjørdir í summar, og Fiskaaling fer at greiða frá hesum úrslitum seinni. Eftir ætlan verða eisini fleiri líknandi mátingar framdar í vetur og komandi summar.
- Úrslitini vísa, at djúpari enn umleið 20 metrar er sjógvurin sunnan fyri Streymin eitt vet saltari enn norðanfyri, meðan eingin eyðsýndur munur er í hitanum millum sjógvin norðan og sunnan fyri Streymin.
Granskarin leggur aftrat, at tó eru nakrar mátingar í sunnara partinum, sum víkja frá hinum mátingunum í djúpastu pørtunum.
- Tvær mátingar vísa heldur heitari sjógv enn annars djúpari enn 40 metrar sunnanfyri. Hetta eru mátingar í djúpara partinum á Tangafirði eysturoyarmegin. Hetta bendir á, at henda dagin rak heitari sjógvur sunnanifrá og norðureftir fram við hellingini eysturoyarmegin.
Knud Simonsen vísir á, at í djúpastu økjunum í Tangafirði verður sjógvurin knappliga kaldari. Hetta er ein ábending um, at útskiftingin ikki røkkur niður á botn, og at ein avlæsing av botnlagnum er í gongd.
- Lívið niðri á botni brúkar oxygen, og um slík avlæsing varar ov leingi, kann oxygeninnihaldið fella so mikið nógv, at tað ávirkar djóralívið, sum er við og niðri í botninum, sigur granskarin í síni frágreiðing, sum annars kann lesast í fullum líki í seinastu útgávu av Alitíðindum.










