Summi fólk skuldu aldrin sloppið at gingið leys

Løgtingsmaður fer nú at kanna, hvussu harðskapurin í náttarlívinum kann steðgast

- Harðskapurin í náttarlívinum skal steðgast.

Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.

 

Tað er næstan ikki vikuskifti, har vit ikki hoyra um, at fólk eru álopin, sligin og sparkað, og aftur hetta vikuskiftið fekk ein maður stóran skaða í høvdið, eftir at hann varð álopin.

 

Og nú fer Kaj Leo Holm Johannesen, at taka spurningin upp, politiskt um, hvussu vit kunnu koma harðskapinum til lívs.

 

Hetta er ein spurningur, hann tekur í størsta álvara, tí hann heldur rætt og slætt, at vit skulu hava eina null-hugsjón fyri ógrundaðan og grovan harðskap, akkurát, sum vit hava eina null-hugsjón í ferðsluni, har endamálið er, at ongin skal doyggja, ella koma álvarsliga til skaða í ferðsluni.

 

- Øll skulu kunna fara trygt í býin, uttan at óttast fyri at verða álopin og sorað sundur, sigur hann.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at nú fer hann at reisa málið innanfloks í Sambandsflokkinum.

 

Síðani ætlar hann at reisa tað í løgtinginum við tí endamáli at fáa allar flokkar at semjast um at seta tiltøk í verk fyri at steðga harðskapinum.

 

Men fyrst av øllum kundi hann hugsa sær at fingið málið lýst út í æsir fyri at fáa greiði á, hví summi fólk fremja grovan harðskap ímóti øðrum.

 

Eitt, hann hugsar um í hesum sambandi, er at hoyra, hvat løgreglan heldur um hesi viðurskifti.

 

- Vit hoyra ofta um, at rúsdrekka er uppí, hvørja ferð harðskapur er. Men eg stúri fyri, at onnur rúsevni eru eisini uppi í.

 

- Og spurningurin í hesum føri er, um vit gera nokk fyri at forða fyri, at rúsevni koma til landið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

- At síggja til eru møguleikarnir at smugla til Føroyar, avmarkaðir. Tað er flogvøllurin, Norrøna, postpakkar og farmur. Men er tað fleiri hassjhundar, ella fleiri tollarar, vit hava brúk fyri, eiga vit at útvega tað.

 

- Eru tað onnur tiltøk, sum skulu takast, eiga vit eisini at gera tað, sigur hann.

 

Hann sigur eisini, at vísir tað seg, at rúsdrekka er høvuðsorsøkin, eiga vit eisini at umhugsa, hvørji tiltøk kunnu setast í verk á tí økinum.

 

Men hvørji tey skulu vera, er ringt at siga, fyrrenn málið er útgreina og lýst, sigur hann.

 

Hann er eisini sinnaður at tosa um at skipa sjálvboðin vaktarlið at ganga í býnum um næturnar at forða fyri harðskapi.

 

- Tað eru helst nógv foreldur, sum kundi hugsa sær at verið við, tí nógv foreldur eru bangin um børnini, leggur hann afturat.

 

- Ella skulu vit broyta hugburðin hjá fólki til náttarlívi. Aðrastaðni fara fólk tíðliga í býin, og fara tíðliga heim. Er tað ein partur av forkláringini, at fólk ganga í ørviti tíðliga á morgni, tí tey eru farin seint í býin, er stundin kanska eisini komin at eftirmeta upp- og afurlatingartíðirnar, hjá teimum, sum hava opið um næturnar.

 

Men sjálvur heldur hann, at revsingin fyri ógrundaðan harðskap eigur at herðast munandi.

 

- Tað skilst, at tað ofta eru tey somu fólkini, sum ferð eftir ferð gera seg inn á fólk. Men tað er ongin meining í, at fólk, sum ferð eftir ferð, eftir ferð, sorað fólk sundur, yvirhøvur sleppa at ganga leys, heldur Heldur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

- Vit sleppa helst ongantíð undan, at fólk koma til ilnar. Men hesin grovi, og ógrundaði harðskapurin eigur at steðgast, leggur hann afturat.