– Vit hoyra javnan at politikarar greiða frá, hvussu teir hava hjálpt heimaflotanum hesi seinastu árini.
Men Meinhard Jacobsen, fiskivinnufrøðingur, og fyrrverandi stjóri í Fiskavirking, heldur, at talan er ikki um skipaða hjálp, men heldur skipaða forfordeiling.
Hann heldur, at tað sær ikki út til at rættindi, og virðing fyri rættindahavarum, er tann sama fyri øll.
– Nakrir rættindahavarar kunnu og fáa loyvi til alt, ímeðan aðrir einki ella nærum einki fáa og hetta má metast sum, ikki bert, at vera órættvíst men eisini ósakligt, heldur hann
Liva í einum rættarsamfelag so er áhugavert at vita hvørja rættarverju tey feløg, sum politiskt eru frásorterað, hava heldur hann.
Hann heldur, at skuldi Folkekirkens Nødhjælp hjálpt á sama hátt sum heimaflotin er hjálptur, so skuldu øll fólk, bæði tey sum tørva hjálp og tey ið ikki tørva hjálp, komið fram fyri hjálparfólkunum.
– Hjálparfólkini skuldu so valt tey út, ið vóru best fyri, soleiðis at hesi kundu blivi enn betur fyri. Men tey ið veruliga treingja til hjálp vóru send avstaðaftur, uttan nakra hjálp, hesi vildu mest sannlíkt ikki hóra undan. Roknast kann við, at onkur tá hevði sett spurnartekin við hjálparháttin hjá Kirkens nødhjælp, sigur hann.
– Kann tað hugsast, at vit eru so von við at gera mun á hvørjum, og á hvønn hátta vit hjálpa, at vit halda, at hesir mismunir eru heilt natúrligur og at tað bert eigur at verða soleiðis. Ein óhugnaligur tanki, heldur hann.
Trýst HER og les meiri um, hvat hann heldur, og har hann undirbyggir tað við talvum.