Summarskeiðið á Ítróttaháskúlanum í leysum lofti í dag

Hesa vikuna er summarskeið fyri tilkomin - seniorar - á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni, og í góðveðrinum í dag hingu tey í leysum lofti, eins og kongur fyri tveimum vikum síðani.

Fastur táttur á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni er, umfrtamt vár- og heystskeið, at bjóða eina viku, har seniorar sleppa at royna øll tey spennandi tilboðini, ið eitt skeið á Ítróttaháskúlanum hevur við sær.

 

Tílíkt summarskeið er hesa vikuna, og í dag var útferð í Rituskorð, og so varð farið vestur í Múlagjógv á Eiðinum í Vági, har rennistrongur er um gjónna - sonevnt zip-line.

 

Hetta er tað sama, sum sjálvur kongur og familja hansara royndu fyri 14 døgum síðani.

 

Talan er um rennistrong um Múlagjóv. Hæddin er 50 metrar og longdin er 150 metrar, og í góðveðrinum í dag lá væl fyri hjá skeiðsluttakarunum.

 

##med2##

 

Myndir: Jóni Brandsson Christiansen