Nýggjársaftan var seinasta freist at keypa tey bíligastu atgongumerkini til Summar Festivalin í august. Hendan dagin lótu Shell-støðirnar, sum saman við Telebúðunum selja atgongumerkini, tíðliga aftur. Hetta kom óvart á nógv fólk, sum ætlaðu at keypa sær atgongumerki áðrenn freistin var úti.
Tí hava fyriskipararnir av Summar Festivalinum gjørt av, at tey bíligastu atgongumerkini eisini verða seld týsdagin 2. januar og mikudagin 3. januar. Hósdagin hækkar prísurin so.
- Áhugin fyri hesari fyrstu forsøluni hevur verið sera stórur, og orsaka av teimum serligu umstøðunum á okkara sølustøðum nýggjársaftan, hava vit valt at geva fólki ein møguleika afturat at keypa atgongumerki fyri tann lægsta prísin, siga fyrireikararnir av Summar Festivalinum.
Leygardagin varð útselt á Shell-støðini í Klaksvík, men eisini har verða atgongumerki at fáa aftur týsdagin og mikudagin.