Sum væntað í Fraklandi

Nicolas Sarkozy og Ségoléne Royal skulu kappast um franska forsetaembætið. Tað bleiv sum væntað tann konservativi Niocolas Sarkozy, sum fekk flestar atkvøður á fyrra umfari av franska forsetavalinum ío gjár. Tá uppteljingin var liðug,l hevði Saekozy fingið 31,1 prosent av atkvøðunum, og næst hon kom sosialisturin Ségoléne Royal við 25,84 prosentum.

Tað ber samstundis í sær, at fyri fyrstu ferð fáa fransmenn møguleika at velja eina kvinnu til forseta.

Triðflestar atkvøður fekk miðflokkavalevnið Francois Bayrou, sum fekk 18,55 prosent, og tann víðgongdi høgramaðurin Jean-Marie Le Pen fekk eitt vánaligt val við 10,51 prosentum.

Seinna valumfar verður tann 6. mai millum Sarkozy og Royal.