- Hjá einum løgmanni gongur alt við nógvari ferð, og tú hevur nógvar avtalur í kalendaranum hvønn einasta dag. Eg havi áður sagt, at her vóru góðir dagar, og her vóru minni góðir dagar, har tú kanska heldur vildi ligið í seingini.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum var Føroya løgmaður í sjey ár - árini 2008 til 2015.
Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í blaðsølurnar fríggjadagin, er stór samrøða við Kaj Leo, har hann greiðir frá leiðini uppí politikk, hvussu tað var at sita sum Føroya løgmaður, og hann greiðir eisini frá heilsustøðuni.
- Men, løgmanstíðin var eisini ein lærurík tíð í allar mátar, og hetta var á nógvan hátt ein góð tíð á lívsleiðini – ein tíð, eg ikki vildi verið fyriuttan.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, nú hann er vanligur løgtingslimur aftur, eftir eisini at hava verið landsstýrismaður valskeiðið undan hesum, stórtrívist hann framvegis í politikki og millum tey - roynd sum minni roynd - sum hann starvast saman við.
- Eftir at hava sitið sum løgmaður og landsstýrismaður, veit eg, at tað er lætt at standa á síðulinjuni og rópa. Tú kennur ymisku umstøðurnar og fyritreytirnar, sum politikarar kunnu koma í, og tær eru ikki altíð so lættar at loysa, sigur hann.
Hann vísir á, at tað er munur á at sita við ábyrgd fyri landsins leiðslu – og so at sita í andstøðu og koma við hissini uppskotum av ymiskum handa slag.
- Sum samgonguleiðari kanst tú viðhvørt kenna tað, sum um tú kemur inn í eina orkan, har øll vilja hava meira, samstundis sum møguleikarnir at gera øllum tilvildar eru ómøguligir.
Og hann leggur aftrat:
- Eg havi sum politikari ongantíð hoyrt um nakran, sum ynskti at fáa minni í eitt ár, enn tey høvdu fingið árini frammanundan. So, tað er greitt, at tað er ein avbjóðing at standa á odda fyri landsins leiðslu, eins og tað er ein avbjóðing at umsita ymisku málsøkini í Tinganesi.
Tað kann vera ógvuliga hart at fáa politisku kabalina at ganga upp.
- Vit kunnu vera samd ella ósamd, men tað stutta av tí langa er, at tú skal hava samfelagið at koyra, tá tú situr við ábyrgd, og tað er greitt, at tað ber ikki til at gera øllum til vildar í politikki, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.











