Sum hundur um heitan greyt

Oddagrein:

Í nýggjársorðaskiftum og aftur í heilsanini hjá fíggjarmálaráðharranum var ein av niðurstøðunum, at tað hongur ikki fíggjarliga saman. Landskassin hevur ein struktuellan trupulleika. Tað vil siga, at tá ið góðu tíðirnar - tá ið inntøkurnar eru størri enn útreiðslurnar - verða lagdar saman við vánaligu tíðunum, so er talan um eitt hall.

Hetta ber ikki til í longdini. Spurningurin er so, hvat skal gerast fyri at skapa langtíðarjavnvág: Skulu inntøkurnar økjast, og/ ella at útreiðslurnar skulu skerjast.

Fíggjarmálaráðharrin tók uppaftur uppskotið hjá Búskaparráðnum um bústaðarskatt sum ein møguleika fyri størri inntøkum. Fólkafloksformaðurin var skjótur. Hann snaraði tí tann vegin, at bústaðarskattur er at gera seg inn á føroysku fólkasálina. Tað fer Fólkaflokkurin ongantíð at ganga við til, segði formaðurin, sum vísti á almennar sparingar.

Spurningurin um at finna nýggjar inntøkumøguleikar og sparingar verður altíð aktuellur, og hann er meiri neyðugur at viðgera ítøkiliga nú, enn hann nakrantíð hevur verið tað áður, nú blokkurin er tódnaður og inntøkuskatturin lækkaður.

Tá ið búskapurin vaks, bilti hetta einki, tí stóra nýtslan bar við sær, at óbeinleiðis skatturin sum ongantíð áður fløddi í landskassan. Nú er nýtslan minkað nógv, og tað sæst aftur í inntøkutølunum. Samstundis økjast útreiðslurnar. Sáttmálarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum bera stóra øking við sær, og tað er áhaldandi trýst á skipanini um at rinda nýggjar útreiðslur. Tað verður roynt at tátta í eitt nú á eldraøkinum, har útreiðslurnar fara at økjast næstu árini, og innan undirvísing og gransking, sum allir politikararnir fyri einum ári síðani søgdu skal raðfestast hægri, og sum í báðum samgonguskjølunum síðani hava fingið føgur lyfti.

Hetta eru lappaloysnir, sum kanska pjøssa eitt sindur um botnlinjutalið, men framtíðar loysn er hetta ikki.

Politiski myndugleikin eigur nú at spæla út við tí, sum løgmaður í nýggjarsrøðuni boðaði frá er á trappuni: Skulu inntøkurnar økjast við skatti á tilfeingi, kapitali, inntøku ella ogn, og skulu vit skatta orku og dálking. Skal tað sparast á heilsuøkinum, almanna økinum, samferðsluøkinum ella skúla- og granskingarøkinum. Hvussu við vinnukarmunum, og skulu vit flyta okkum burtur frá tí slagi av vælferðarsamfelag, sum vit higartil so fegin hava viljað havt. Skulu vit broyta lóggávurnar og harvið linka um trygdarnetið? Skulu tænastur privatiserast? Ella skulu vit flyta ein part av vælferðartænastunum til vælgerandi stovnar og felagsskapir?

Eitt ár er farið av hesum valskeiðnum. Í summar varð roynt at gera radikalar broytingar, men tað miseydnaðist. Nú bíða vit eftir nýggju royndini. Tað ber ikki til at bíða og harvið at mala sum hundur um heitan greyt.