Eg havi ongar viðmerkingar til hatta nú. Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Á borgarafundi í Suðuroy leygardagin helt ein búskaparfrøðingur, at politiska valdið eigur avgjørt at umhugsa at lata Als vera við til at fíggja Suðuroyartunnilin.
Les eisini: Kunnu taka pengar úr Als til Suðuroyartunnilin
Men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur ongar viðmerkingar til tað. Hann sigur, at fíggjarliga skal Als vera væl bjálvað fyri at hava nakað at standa ímóti við, tá ið tíðirnar versna aftur. Hann leggur kortini afturat, at máti skal vera við kortini og longu sum er klárar Als at taka ímóti einum lutfalsliga stórum arbeiðsloysi í fleiri ár.
Hinvegin sigur hann, at politiskt hava tey heldur ikki tosað um at lækka gjaldið til Als, hóast inngjaldið er stórt og útgjaldið lítil.
Men hann leggur enn einaferð dent á, at hann útihýsir ongum møguleika fyri at fíggja Suðuroyartunnilin, tí hann er opin fyri øllum møguleikum.