Suðuroyarsiglingin aftur nógv skerd

Norður fríggjadag og suður leygardag. So einføld er ferðaætlanin hjá Norrønu komandi dagarnar.

Ikki verður boðað frá stórvegis broytingum, tá veðurtíðindi eru á skránni í hesum døgum, og um vikuskiftið gongur hetta eittnú út yvir suðuroyarsiglingina hjá Norrønu.

Siglingin til Suðuroyar er aftur um vikuskiftið nógv skerd: Ein túrur norður til Havnar fríggjadagin og siglt verður aftur til Suðuroyar leygardagin.

Hetta hevur m.a. við sær, at ítrótturin í Suðuroynni verður raktur, og eittnú skuldi hondbóltskappinig vera á Eiðinum í Vági leygardagin, men við skerda túratalinum verður henda helst av ongum.

 

Soleiðis verður lýst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni:

 Broyting í ferðaætlanini hjá Norrønu fyri fríggjadagin 31. januar og fyri leygardagin 1.februar. Fríggjamorgunin siglir Norrøna av Vági kl.06:00 til Havnar, og siglir ikki av Havnini og suður aftur fyrrenn seinnapartin leygardagin 1. februar. Nærri kunning um siglingina leygardagin koma á middegi fríggjadagin 31.januar 2014. Bygdaleiðir í Suðuroynni koyra í samband við broytingarnar.

 

 

Mynd: Norrøna á Vági týsdagin.