Sudoku-uppfinnarin deyður

Tey flestu hava hoyrt um, ella kenna, Sudoku, men øll kenna ikki mannin, ið uppfann Sudoku.

Nú er Sudoku uppfinnarin deyður. Maki Kaji er deyður av krabba, 69 ára gamal. Tað kungerð felag hansara, ið nevnist Nikoli.

 

Kaji doyði 10 august.

 

Hann var føddur í 1951 og gavst á lærdum háskúla í 1970. Hann stovnaði, saman við vinum, eitt gátusavn í 1980, og í 1983 sá Sudoku dagsins ljós.

 

Í 2004 gjørdist Sudoku kent og væl umtókt kring allan heim. Upprunaliga kallaðist Sudoku "Suji wa Dokushin ni Kagiru", ið merkir á leið, at tølini skulu standa eina, men seinni kom navnið Sudoku.

 

Eftir Maki Kaji sita kona og tvær døtur.