Suarez aftur bestur

Liverpool-framherjin er longu kosin ársins spælari millum spælararnar. Í dag vann hann sama heiður hjá fjølmiðlafólkum

Eingin yvir og eingin við síðurnar av Luis Suarez.

 

Framherjin hjá Liverpool hevur í ár loypt ótta á allar verjuspælarar í ensku Premier League, og fyrr í vár varð hann kosin ársins spælari í atkvøðugreiðsluni, sum enska felagið fyri fótbóltsspælarar skipar fyri.

 

Eisini skipa enskir fjølmiðlar fyri sínari atkvøðugreiðslu, og ikki óvæntað var Suarez aftur ovastur, tá atkvøðurnar vórðu taldar saman.

 

Sjálvur hevur framherjin tó ikki stundir at njóta heiðurslønir í hesum døgum. Saman við liðfeløgunum í Liverpool skal hann í kvøld spæla útidyst móti Crystal Palace. Liverpool er saman við Manchester City á odda í Premier League, nú bert tveir dystir eru eftir at spæla. Manchester City hevur tó ein munandi betri málmun, og tí skulu Suarez og hinir í Liverpool helst skjóta nógv mál, um teir ætla sær fyrsta meistaraheitið til felagið í 24 ár.

 

Suarez fekk ikki minni enn 52% av atkvøðunum, sum vóru greiddar. Næst flestar atkvøður fekk liðskiparin hjá Liverpool, Steven Gerrard, meðan Yaya Toure úr Manchester City varð nummar trý.