Eittans sambýli er í Suðurstreymoyar heimarøktarøkið. Og har búgva níggju brúkarar. Tað eru níggju brúkarar av yvir 400 tilsamans í øllum økinum.
? Tað er so sanniliga ikki tí, at vit ikki hava brúk fyri sambýlum, at vit ikki hava fleiri, sigur Anna Maria Oskarsson.
? Tað er tí, at vit eru fullkomuliga afturúrsigld á hasum økinum, sigur hon.
Nógvir brúkarar fáa stovnshjálp í teirra egna heimi, men tað er ikki nøktandi, sambært økisleiðaranum í Suðurstreymoy.
Brúkararnir verða ótryggir, og starvsfólkið gremur seg um, at tey ikki fáa gjørt teirra arbeiði til lítar og soleiðis, sum tey høvdu viljað tað, tí brúkarar, sum eiga at vera á stovni, liggja heima. Fyri fleiri brúkarar hevur tað somuleiðis nógv at siga, at fólk eru um tey allatíðina, og tað fremur ótryggleika, at tey ikki hava tað.
? Tá tað er sagt, so skal tað beinanvegin leggjast afturat, at avvarðandi runt í býnum gera eitt megnararbeiði saman við heimarøktini fyri brúkararnar, sigur Anna Maria.
Hon rósar teimum avvarðandi fyri teirra tolsemi, tá tað kemur til heimarøkt og fyri allan innsatsin, sum tey gera sjálvi fyri teirra kæru.
Veikt netverk
Anna Maria Oskarsson sigur, at hon skilir væl tey avvarðandi, sum geva upp og ikki orka at stríðast fyri at fáa heimarøkt.
? Tey eldru hava eitt veikari netverk aftan fyri seg enn til dømis tá tað kemur til barnaansing. Børnini hava jú ung foreldur, sum hava orku til at stríðast, meðan børnini hjá fleiri av okkara brúkarum sjálvi eru farin um tey seksti. Hesi orka stutt sagt ikki at stríðast so nógv, so tað er onki at siga til, at tey geva upp, sigur hon.
Viðvíkjandi lógaráseting um heimarøkt, sigur Anna Maria, at við verandi visitatiónsskipan (tað er, tá tey fara út at meta um tørvin, blaðkv.), hevði tað verið sera óheppið við eini lógarfesting, tí tað mugu broytingar til, um ein tørvur skal skjalprógvast.
Heimahjálp og sjúkrarøkt
Heimarøktarøkið í Suðurstreymoy er umfatar ikki bara eldraøkið. Tey eru somuleiðis eisini um yngru fólk, sum ikki megna alt sjálvi av eini ella aðrari orsøk.
Tvey sløg av heimahjálp eru. Persónlig hjálp og pratisk hjálp. Persónlig hjálp er til brúkaran sjálvan, tað kann vera lata tey í, vaska teimum og so framvegis. Praktisk hjálp er reingerð í heiminum, innkeyp og annað.
Somuleiðis eru tað ikki bara heimarøktarar, sum ganga runt til brúkararnar. Tað gera sjúkrarøktarfrøðingar eisini. Og tí er tað gjørligt, at brúkarar fáa stovnshjálp í teirra heimi, hóast tann loysnin ikki kann sigast at vera nóg góð.
Í Suðurstreymoy eru tríggir brúkarar, sum liggja á sjúkrahúsinum og bíða eftir heimarøkt. Ein er, sum júst er útskrivaður av sjúkrahúsinum, sum eisini tørvar heimarøkt. Síðani eru fýra onnur, sum ikki hava havt nakað tilknýti til sjúkrahús, sum eisini hava sagt frá.
Afturat hesum eru 31 brúkarar, sum bíða eftir praktiskari hjálp.
? Júst tá tað kemur til praktiska hjálp, hevði ein lógarfesting verið góð, sigur Anna Maria Oskarsson at enda.