Suðuroyingar skulu sjálvir taka um endan og útvega skip

Ferðasambandið ímillum Suðuroy og meginlandið í Evropa, er ikki nóg gott. Verður tað ikki betri, eiga suðuroyingar sjálvir at taka um endan, sigur stjórin á flakavirkinum í Hvalba

Ferðasamband

? Suðuroyingar mugu sjálvir taka neyðug stig.
Tað heldur Rógvi Reinert, stjóri á flakavirkinum í Hvalba, sum Føroya Fiskavirking nú rekur.
Og tað, stjórin hugsar um, er at taka neyðug stig til at bøta um ferðasambandið ímillum Suðuroy og meginlandið í Evropa.
Hann heldur nevniliga, at hetta er ein avgjørd fortreyt fyri menning í Suðuroynni.
Stjórin á Flakavirkinum í Hvalba heldur, at sambandið ímillum Suðuroynna og meginlandið í Evropa er nú so vánaligt, at tað er ein beinleiðis trupulleiki hjá vinnuni.
Men ístaðin fyri at leggja fiskivinnuna í Suðuroynni um, mælir hann suðuroyingum til at hugsa øðrvísi.
?Suðuroyingar eiga sjálvir at taka stig til at útvega skip, sum skal sigla beinleiðis ímillum Suðuroynna og meginlandið í Evropa, heldur Rógvi Reinert.

Ferðasambandið bara versnar
Í seinastuni hava vinnulívsfólk meiri enn einaferð sagt, at skal tað bera til at arbeiða fisk í Suðuroynni og flyta feskar vørur av landinum, er tað ein avgjørd fortreyt, at beinleiðis samband aftur verður ímillum Suðuroynna og meginlandið í Evropa.
Men tíverri er veruleikin tann, at ferðasambandið ímillum Suðuroynna og meginlandið í Evropa, verður truplari og truplari.
Fyri nøkrum árum síðani var beinleiðis samband av Tvøroyri til Skotlands hvørt fríggjakvøld.
Tá bar til hjá fiskavirkjum í Suðuroy at arbeiða líka til seint fríggjadag.
Men í 1996 varð Teistin seldur og tá helt beinleiðis sambandið eisini uppat.
Og vinnulívsfólk eru av teirri sannføring, at hetta er størsta einstaka bakkast, sum fiskivinnan í Suðuroy hevur verið fyri í nýggjari tíð.
Eftir tað fór Norrøna at sigla, men hon sigldi hóskvøld. Ì hesum sambandi sigldi Smyril av Drelnesi klokkan 19 hóskvøld og tí máttu fiskavirkini gevast seinnapartin hósdag fyri at fáa fiskin til Havnar, so at hann kundi koma við Norrønu.
Men síðani hevur Norrøna framskundað fráferðina hósdag tvær ferðir. Fyrst varð hon framskundað, so at Smyril mátti sigla av Drelnesi klokkan 17.30 og nú er hon aftur broytt, so at Smyril noyðist at sigla klokkan 15.30.
Tískil noyðast fiskavirkini at gevast at arbeiða á miðdegi hósdag og sostatt hava teir mist hálvan annan dag í framleiðsluni.

Sakina í egnar hendur
Rógvi Reinert sigur, at fyri ikki so nógvum árum síðani vóru suðuroyingar á odda, tá ið tað tað ráddi um at virka og útflyta feskar fiskavørur.
Og tá lá ferðasambandið út í heim í eini natúrligari legu við tað, at báturin byrjaði norðast og legði at í Suðuroy sum síðstu havn á veg niður til Skotlands.
? Og hóast vit ikki treytaleyst skulu fylgja gamlari siðvenju, er tað onki løgið í, at fiskivinnan í Suðuroynni framvegis roynir at byggja á tað, sum suðuroyingar kenna til og har teir eru sterkir. Sjálvsagt er tað ein tí tað vildi verið ein natúrligur fyrimunur at bygt á tær royndir, suðuroyingar hava, leggur hann afturat.
Men hóast ferðasambandið er vánaligt, heldur hann ikki, at suðuroyingar eiga at stremba eftir at leggja framleiðsluna um, so at hon hóskar betri til teir flutningsmøguleikar, sum eru.
? Eg haldi, at suðuroyingar eiga at huga øðrvísi. Eg haldi, at øll fiskivinnuáhugamál í Suðuroynni, bæði feskfiskavirkini alingin og onnur, sum hava brúk fyri flutningi, skuldu tikið seg saman og útvegað eitt skip at siglt beinleiðis í millum Suðuroynna og meginlandið í Evropa
Í løtuni eru tað áhugamál í miðstaðarøkinum, sum leggja farmaflutningin ímillum Føroyar og meginlandið í Evropa til rættis og tað er natúrligt, at tey hugsa fyrst og fremst um, at flutningsmøguleikarnar úr miðstaðarøkinum skulu vera so góðir sum gjørligt.
Rógvi Reinert heldur tí, at tað er heilt natúrligt, at suðuroyingar sjálvir taka stig til eitt ferðasamband, sum hevði útgangsstøði í Suðuroynni.
Hetta kundi kanska verið gjørt í samtarvi við okkurt av teimum flutningsfeløgum, sum eru, ella við okkurt nýtt felag, sum kann hugsast at koma hendavegin.
-Men eru feløgini ikki sinnað til tað, eiga suðuroyingar sjálvir at taka seg saman at útvega eitt skip.
Hann leggur tó afturat, at hetta er eitt stórt tiltak og so vítt hann veit, hevur ongin rokna út, hvat eitt slíkt tiltak hevði kostað.
? Hetta er sjálvsagt eitt stórt tiltak. Men skulu vit nevna eitt einstakt tiltak, sum skuldi til fyri at ment Suðuroynna, ivist eg ikki í, at hetta hevði verið tað, sum hevði størst størstan munin. Og eg haldi avgjørt, at hetta er vert at arbeiða við í álvara, sigur stjórin á flakavirkinum í Hvalba.
Hann nevnir at enda, at tað er ongin sum sigur, at skipið skal sigla tómt aftur til Føroya, tí einsvæl og tað ber til at flyta fisk úr Føroyum við skipinum, ber tað væl til at flyta vørur út útlondum til Føroya tá ið skipið siglur heimaftur.