Umleið klokkan 22 í gjárkvøldið løgdu suðuroyingar og sandoyingar til merkis, at internetið var farið at virka aftur.
Støðan í Suðuroy og í Sandoynnu hevur verið ótolandi hesa vikuna, tí mánamorgunin fór kápilin hjá Føroya Tele ímillum Gomlurætt og Skopun.
Fyri einum mánað síðani fór eisini kápilin ímillum Vágar og Suðuroynna, so brádliga høvdu hvørki Sandoyggin ella Suðuroyggin internetsamband.
Men nú hevur FT-Net, sum umsitur netið, sum internetið er ígjøgnum, riggað eitt radiosamband til, og tað varð sett til í gjárkvøldið.
Páll Vesturbú, stjóri á FT-Net, sigur, at hetta radiosambandi eigur at klára internetið til Sandoynna og Suðuroynna.
– Í hvussu so er um dagin áttu sandoyingar og suðuroyingar ikki at merkt, at internetið er darvað av vánaligum sambandið, sigur hann.
Hann væntar heldur ikki, at nakar trupulleiki verður um kvøldarnar, tá ið alt fer á netið, men hann sigur, at tað fara tey at fylgja við í.
Men hann sigur, at hetta radiosambandið er bara ein bráðfeingisloysn, tí sambandið tí tað er tryggari at hava sambandið ígjøgnumkáplar.
Nær káplarnir verða umvældir er ilt at siga, men tað verður gjørt so skjótt sum tilber.
Páll Vesturbú sigur, at tað er lættari sagt enn gjørt, tí tað krevur at tað er bæði góður streymur, og gott veður, og teirri løtuni bíða tey eftir.











