Vágatunnilin
Økið, sum talan er um, er hitt sama, sum Brunaumsjónin mest sum alt fyri eitt staðfesti, ikki lýkur tey krøv, sum verða sett til brunaverjur í tunlum. Tað vil siga, at beton-lagið, sum er lagt her, er tynri enn tað, sum føroysku reglurnar áseta.
Í tíðindaskrivi hevur P/F Vágatunnilin boðað frá, at arbeiðið fer fram eftir einari ætlan, ið Landsverk hevur lagt. Henda ætlan er grundað á eina kanning og uppskot, ið altjóða ráðgevandi fyritøkan COWI hevur gjørt. Byggifyritøkan NCC, ið stóð fyri arbeiðinum at gera Vágatunnilin, ger eisini umvælingararbeiðið, sum byrjaði mánakvøldið 6. februar.
Í stuttum ber arbeiðið í sær, at Landsverk merkir upp í tunlinum, har bjálvingin skal styrkjast. Hetta arbeiðið er byrjað. Síðani setur NCC sonevndar njósnarar inn í veggin. Hetta er eitt slag av naglum, ið hava til endamáls at vísa, hvussu tjúkt betonglag skal leggjast uttaná verandi betonglag. Eftir, at Landsverk hevur góðkent hesar, sprænir NCC betong á veggirnar, og tað arbeiðið byrjar uml. 20. februar.
Tað er NCC, sum stendur fyri arbeiðinum at spræna beton á teir íalt 900 fermetrarnar, sum eru avmerktir. Hetta er sama fyritøka, sum stóð fyri gerð av tunlinum.
Spurdur, hvørt arbeiðið, sum tá varð gjørt, ikki varð gjørt nóg væl, tykist Dávur Reinert Hansen, stjóri í Vágatunlinum, ikki hava hug at gera nakrar beinleiðis viðmerkingar. Sjálvur segði hann tó, tá trætumálið byrjaði, at talan kundi gerast um endurgjaldskrav, og spurdur um hetta sigur hann, at partarnir eru komnir ásamt um, hvussu kostnaðurin skal býtast, og arbeiðið partvíst verður roknað sum garanti-arbeiði.
Vil tað siga, at arbeiðið ikki var nóg gott frágingið?
- Tað vil eg ikki siga. Men alla ta tíð, at arbeiðið ikki er endaliga liðugt, kann talan jú vera um manglar so ella so, sigur hann.
Hann leggur tó dent á, at talan ikki er um nakra velduga upphædd, sum við hesum verður løgd omaná Vágatunnilin. Alt í alt er arbeiðið kostnaðarmett til nakrar hundraðtúsund krónur.










