Ólavur tekur við eftir Niels Christian Nolsøe, ið hevur verið formaður síðani 2013, hetta skrivar Almanna- og mentamálaráðið.
- Listasavn Føroya er tjóðlistasavn og ein av okkara týðandi mentanarberum. Við Ólavi Ellefsen fær Listasavn Føroya aftur ein stýrisfomann, ið hevur viðkomandi førleikar og royndir, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.
Ólavur er 54 ára gamal. Hann hevur master-útbúgving í virkisbúskapi og teldufrøði frá Copenhagen Business School. Ólavur er stjóri í KT-fyritøkuni Flowcore og hevur gjørt sær nógvar royndir í privatu vinnuni sum íverkseti. Hann hevur eisini royndir úr almenna geiranum, eitt nú sum formaður í Javnstøðunevndini og sum formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya, ið er í gongd við umfatandi byggivirksemi á Frælsinum og í Nóatúni. Ólavur hevur stóran tokka til mentan og list. Hann kennir privata vinnulívið, eins og hann kennir, hvørjum kørmum, tað almenna virkar undir.
Fyri framman liggja spennandi avbjóðingar. Arbeitt verður við ætlanini at umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavnið, so tað rúmar vaksandi virkseminum og livir upp til tey krøv, ið eru til savnsbygningar í dag.
Útbyggingin av Listasavni Føroya er ein spennandi løguverkætlan, har góðar og tryggar umstøður verða til listina, og sum fer at verða til gleði og gagns fyri alt Føroya fólk.
Fyrstu stigini til eitt føroyskt listasavn vórðu tikin í 1940-unum, tá Listafelag Føroya varð sett á stovn við tí endamáli at savna føroyska list, og Føroya Almenna Listasavn varð á stovn við tí fyri eyga at skapa eitt alment savn av list í sínum egna bygningi. Listaskálin, sum lat upp í 1970, var í síni tíð eitt frambrot. Í 1989 varð Listasavn Føroya skipað, tá Føroya Almenna Listasavn, Listaskálin og samlingin av list hjá Listafelag Føroya við gávubrøvum vórðu latin sjálvsognarstovninum Listasavni Føroya. Í 1993 kundi Listasavn Føroya lata dyrnar upp í verandi savnsbygningi við fastari framsýning av verkum úr stóru listasamlingini.