Ein stuttfilmur er gjørdur um Vág.
- Filmurin vísir brellbitar frá fjøltáttaða gerandisdegnum í Vági og hjá vágbingum.
Tað siga tey í Vágs kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at filmurin er framleiddur í samband við listaverkætlanina, Community Art, sum byrjaði fyrsta september og sum heldur fram til síðst í november.
- Filmað hevur Martijn Bastiaans, og Vágs kommuna takkar øllum, sum hava verið við í at gera filmin.
Filmurin kann síggjast um heimasíðuna - www.vagur.fo











