Rolf Guttesen
---
Vagnur hevði í seinasta Sosiali skrivað eina grein um orðaskiftið, sum seinastu tíðina hevur verið um ymiskar málsligar spurningar. Mangt er skilagott í hansara skriving.
Men eg meini, at hann blandar meg uppí ymist, sum eg einki havi skrivað um, og sum eg ikki kennist við.
Fyrsta er, at hann nevnir meg, saman við Sjúrði Skaale og Regini Eikholm, at hava skrivað um stavraðið (tað, sum vit fyrr kallaðu alfabetið). Eg meini ikki, at eg havi skrivað nakað serligt um hetta mál. Men tó eg haldi tað vera rímiligt, at Michelsen kann stavast við –c– bæði nú og frammyvir.
Næsta er, at hann leggur meg undir, at vilja »fylla føroyska málið við útlendskum orðum, tá vit eiga góð føroysk orð.« Sovorðið havi eg hvørki hugsað, sagt ella skrivað. Sjálvandi er tað meiningsleyst, at koyra góð føroysk orð burtur. Eg havi heldur ikki hoyrt nakran siga ella skriva slíkt. Hetta er ein pástandur uttan dokumentatión.
Nakað annað er, at hópur av íslendskum orðum - fremmand, ikki-føroysk - eru troðkaði inn, har vanligt var fyrr at brúka onnur orð, sum ikki høvdu íslendskan uppruna, men heldur vanlig skandinavisk og europeisk orð. Hann nevnir sjálvur eitt dømi. Støddfrøði er eitt íslendskt uppfinnilsi, ein heimagjørd konstruktón, sum hvørki er føroysk ella fornnorrøn. Matematikk var fyrr vanligt í føroyskum skúlum, og er tað enn í at kalla øllum europeiskum skúlum.
Hví skuldi íslendsk ’støddfrøði’ verið betri, reinari, fínari, rættari ella lættari enn føroysk matematikk, sum longu grikkarnir Thales, Euklid, Archimedes og Pythagoras brúktu og útviklaðu langa tíð ádrenn nakar jauari var strandaður í Roykfirðinum.
Flestum kunnugt havi eg mest úttalað meg um geografisk nøvn, staðanøvn í øðrum londum, og hvussu rættast er at stava tey. Eg havi roynt at argumentera fakliga. Og alt eg higartil havi skrivað um tað, tað standi eg við.
So, umber meg Vagnur, eg haldi, at tú rakti skeivt hesaferð.