Stuðla arbeiðarum, reiðarum og samgongu

– Norðoya Javnaðarfelag stuðlar sitandi samgongu í at fremja eina fiskivinnunýskipan, tí neyðugt er við tillagingum ella broytingum.

 

Soleiðis sigur Norðoya Javnaðarfelag í fráboðan til fjølmiðlarnar.

 

– Men felagið tekur ikki fult undir við øllum lutum í verandi uppskoti, sum er sent til hoyringar. Á mongum økjum er uppskotið torskilt, og ikki er nóg væl greinað, hvat avleiðingarnar kunnu blíva - tað vil so vera, tá ið óskil hevur valdað so leingi, sigur felagið. Og tey halda fram:

 

– Norðoya Javnaðarfelag kann undir ongum umstøðum taka undir við, at arbeiðarar missa arbeiði Ei heldur, at vinnurekandi føla seg ótrygg. Vónandi fara hoyringarnar at lýsa betur, hvussu víðfevnt uppskotið veruliga er. Sum í øllum tingingum, so kann lorast á bæði borð. Okkara vón er, at politikarar, arbeiðarar og vinna framyvir draga somu línu, til frama fyri okkum øll, sigur nevndin í Norðoya Javnaðarfelag.