Fríggjadagin og leygardagin verður søla av hondgjørdum vørum í Ribarhúsi í Fuglafirði til frama fyri barnaheim í India. Søla av hondgjørdum vørum verður fríggjadagin 30. juli og leygardagin 31. juli í Ribarhúsi í Fuglafirði til frama fyri barnaheimið Grace Home Ministry í India.
Sølan verður frá klokkan 10 til 18. Kaffi og køkur verða eisini at fáa, verður sagt í tíðindaskrivi frá Ribarhúsi.