Sum liður í innsavnanini til tey neyðstøddu eftir vanlukkuna í Eysturoynni, hevur Keldan nú gjørt av at skipa fyri stuðulskonsert, har inntøkurnar fara óskerdar til hjálpararbeiðið.
Tað verða fleiri kend nøvn innan føroyska gospel-heimin, sum fara at seta sín dám á kvøldið. Magni Christiansen og Jens og Kristal Lisberg mugu helst roknast sum høvuðsnøvnini, men eisini onnur verða at hoyra. Eccelesia hava ikki verið á palli so nógv seinnu árini, men eisini tey fara at hava framførslu, eins og samkoman, Lívdin, fer at hava songframførslu.