Á tingfundinum seinnapartin í dag fer Bill Justinsusen at seta Bjørn Kalsø, landsstýrismanni tríggjar munligar fyrispurningar um rækjuvinnuna. Hann spyr, um landsstýrismaðurin hevur gjørt kunngerðirnar og leiðreglurnar, sum áseta, hvussu rækjustuðulin verður útgoldin. Hann vil eisini hava at vita, av hvørji konto á fíggjarlógini stuðulin er játtaður og um peningur er tøkur. Eisini spyr hann, hvussu nógvur peningur higartil er játtaður, og hvussu nógvan pening, landsstýrismaðurin væntar at játta í hesum árinum.
Bill Justinssen sigur, at í vár samtykti løgtingið eftir mikið kjak at veita rækjuvinnuni rakstrarstuðul svarandi til tvær milliónir krónur um árið til hvørt av skipunum í tvey ár. Hann vísir á, at støðan í rækjuvinnuni nú er so vánalig, at tá august-mánaði er farin afturum, eru bert tvey skip eftir í vinnu.
Og tað liggur á ljóði, at annað av teimum eisini væntast at halda uppat eftir loknan túr. Tá verður so bert eitt skip eftir í rækjuvinnuni. Sostatt tykist ikki, sum stuðulin til rækjuvinnuna hevur tænt sínum endamáli, sigur Bill Justinussen.