Stuðul til at kanna smittustøðuna hjá teimum í tvungnum sóttarhaldi

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til eina korona-tengda verkætlan afturat.

Hendan verkætlanin kallast: ”Smittustøðan hjá teimum, sum hava verið í tvungnum sóttarhaldi”

Verkætlanarleiðari er Maria Skaalum Petersen, lektari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking, Fróðskaparsetur Føroya, og á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Pál Weihe, professari, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, er kliniskur ábyrgdarhavi. Aðrir luttakarar eru landslæknin Lars Fodgaard Møller, og fólk frá Landssjúkrahúsinum, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Fróðskaparsetri Føroya. Stuðulin er kr. 380.000

Maria Skaalum Petersen sigur soleiðis um verkætlanina:

-  Síðan februar 2020 er lívið broytt orsakað av koronasmittuni. Allir føroyingar eru í størri og minni mun ávirkaðir av støðuni, tí myndugleikarnir gera alt fyri at halda sjúkuni niðri, og hetta hevur eydnast sera væl. Nógv fólk eru kannað, og í mun til fólkatalið eru vit føroyingar tey, ið hava kannað flest fólk. Tí tykjast tey almennu tølini, ið vísa, hvussu nógv hava verið smittað, at vera rætta talið av smittaðum. Vit hava tó illgruna um, at tað eru fólk í samfelagnum, sum hava verið smittað við korona, men sum ikki eru vorðin kannað. Hetta kann skyldast, at summi hava havt so veik sjúkueyðkenni, at tey ikki fóru til lækna og blivu kannað fyri korona. Tey vita sostatt ikki av, at tey hava havt sjúkuna. Har eru eisini fleiri familjur, har flestir familjulimir hava haft korona, men har ein familjulimur, eftir øllum at døma, ikki hevur haft sjúkuna, hóast tey øll hava verið saman. Hvussu ber tað til? Hettar vilja vit kanna nærri við at kanna, um tey kanska hava verið smittað, men heilt uttan sjúkueyðkennir. Tað kunnu vit kanna í eini blóðroynd.

Hendan verkætlan kann síggjast sum ein víðkan av kanning av skuggatalinum, sum er farin fram seinastu vikurnar, har umleið 1100 fólk eru kannað.

COVID-19 átakið endar

Hetta var sætta og seinasta umfar við COVID-19 umsóknum. Í alt hava 14 umsóknir fingið stuðul. Sí yvirlitið her

Granskingarnevndin gjørdi á fundinum av at enda lýsingina eftir COVID-19 umsóknum. Tøki peningurin er nærum uppi og mett verður, at stuðul er latin til flestu evni, sum vóru mett bráðneyðug at granska.

Seinni í mánaðinum fer Granskingarnevndin at taka støðu til umsóknir til árliga stuðulsumfari, sum hevði umsóknarfreist 15. februar.